Tað hevur verið við ógvusligari megi, at Slætaberg torpederaði Ågot. Nú Ågot hevur ligið til at fari upp á beding á KSS, var ikki sørt av spenningi um skaðan, sum Slættaberg hevði gjørt á Ågot niðanfyri vatnlinjuna.
Men tað holið sær ikki so ógvusligt út, hóast tað er nóg mikið til, at skipið helst hevði verið ringt at bjarga á opnum havi, men tá er eisini spurningurin um skaðin hevði verið so stórur sum hann bleiv, orsakað av at Ågot lá bundin til kaj og tí mátti taka ímóti allari megini frá Slættabergi.
Ågot hevur fingið stóran skaða, tað fekkst sjón fyri søgn um á bedingini ídag. Bakborðsíða, síðan sum lá ímóti kajuni hevur fingið ógvusligan skaða og stýriborðssíða hevur fingið tvey ógvuslig sár og umborð er dekkið kroyst upp, tí Ågot er vorðin smælri av stoytinum, og sum tað ljóðaði á monnum á bedingini ídag, so hevur framskipið fingið somikið stóran skaða, at stevni og kjølur peika ikki sama veg.
Menn frá KSS fara nú at skera burturúr botninum á Ågot, síðani verður sveitsað aftur við nýggjari plátu og bjálkum at styrkja við. Arbeiðið verður gjørt soleiðis at skipið ikki lekur, og so verður tað helst sleipað til Havnar mánadagin.




