Grímur Lassen sigur, at sleipingin hevur gingið væl seinastu dagarnar.
Tjaldrið er ávegis móti Jákup B, sum í seinastu viku fekk maskinskaða áðrenn skipið kom á Flemish Kap. Síðani fríggjadagin hevur Sigmund sleipað Jákup B. Nú er tamarhald á støðuni og línubáturin verður í Klaksvík seinni í vikuni.
– Sigmund sleipar enn og tað hevur gingið fínasta slag. Veðrið er fínt. Hann hevur gingið millum 6-8 míl. Í morgin verður Tjaldrið hjá teimum og tekur yvir. So einaferð síðst í vikuni skuldi Jákup B verið í Føroyum, sigur Grímur Lassen, ið er ein av eigarunum av Jákup B.
Hann sigur, at talan er ikki um nakran stóran maskinskaða, ið tískil ikki fer at taka langa tíð at umvæla.




