FRIGG: Tey, ið húsast inni í hesum tjaldinum, vit síggja á myndini, sleppa ikki at selja grind og spik. Tað var annars ætlanin.
FRIGG: Tey, ið húsast inni í hesum tjaldinum, vit síggja á myndini, sleppa ikki at selja grind og spik. Tað var annars ætlanin.
Tey í Húsa Kommunu við Magna Garðalíð á odda mugu noyðast við at selja turran fisk og epli. Ætlanin var at turr grind og spik eisini skuldi verða partur av pakkanum, men lógin sigur nei.
Danmark er ES-land, og sambært ES-lógum er bert loyvt at selja góðkendar vørur. Spik og turr grind er ikki góðkend vøra. Turrur fiskur og eplir eru góðkendar vørur, so har var eingin trupulleiki.
Men inni í tjaldinum er nógv annað gott at fáa. Húsakaffi, sergjørdur rabarbudrykkur av Húsum og nógv annað forvitnisligt.




