icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Slettað

Hannefía Joensen

Ole Wich og Oggi Lamhauge
Listaframsýning í Grafiska Verkstaðnum í Søldarfirði við fotomyndum og grafikki.

Ein forvitnislig framsýning letur upp mikudagin 18. oktobur kl. 18.00 í Grafiska Verkataðnum í Søldafirði. Talan er um framsýningina “Slettað” hjá listamonnunum Ole Wich og Oggi Lamhauge. Orði “Slettað” hava teir báðir lati í listarligan búna í eini framsýning við fotomyndum og grafikki. Teir báðir listamenninir hava arbeitt við sama orði, men við hvør sínari merking og útrykki. Framsýningin er annars opin 19. – 21. oktobur, frá kl. 17.00 – 19.00.; og mentanarvikuna hjá Runavíkar kommunu 22. – 29. oktobur, frá kl. 15.00 – 19.00.

Ole Wich
Ole Wich er ein sera fjølbroyttur listamaður. Hann hevur verið við í nógvum listarligum verkætlanum her á landið. Ole arbeiðir altíð við einum hugskoti og eini verkætlan. Hann er ein “konsept” listamaður, sum fylgir hugskotinum og letur tað í tann búnan, sum hóskar tí best. Hugskoti setir altíð dagsskránna og umstøðurnar annars mugu fylgja við, saman við tí tøkni hann velur at nýta.
Ole sýnir hugskot og myndir fram á alnetinum. Alnetið, sum er atkomuligt hjá øllum, ið hava samband til tess, nýtir hann sum sjálvsagdan miðil at sýna hugskot síni og myndir. Hann er at finna á heimasíðunum: http://www.olewich.com

Oggi Lamhauge
Oggi hevur verið virkin á listarliga økinum, her á landið og útlendis, síðani hann gjørdis liðugur við útbúgving sína sum listgrafikari við lærda háskúlan í Íslandi, árið 1997. Kendasta verk hansara er uttan iva altartalvan í Hattarvíkar kirkju, sum varð latin kirkjuni í 2001. Oggi hevur eisini gjørt hópin av serprentum fyri stovnar og virki og undirvíst bæði børnum, ungum, vaksnum og menningartarnaðum í tekning, máling og grafikki.
Oggi fekk starvsløn frá Mentanargrunni Landsins, frá apríl mánað 2006, og trý ár fram. Hesa tíðina gevur honum møguleika til at halga seg til listina. Hann kemur, at nýta tíðina til at arbeiða við nøkrum verkætlanum og framsýningum.

Fernisering: Mikudagin 18. oktobur kl. 18.
Øll eru vælkomin

Framsýningin er opin 19. – 21. oktobur frá kl. 17 – 19.
Í mentanarvikuna hjá Runavíkar kommunu 22. – 29. oktobur er framsýningin opin frá kl. 15 – 19.