Nýggja heimagjørda konseptið hjá Norðoya Sparkassa er slóðbrótandi og deildin í Saltangará er forleypari til nýggja konseptið, sum rættuliga kemur fram tá deildin í Tórshavn letur upp
Gunnar Nolsøe er menningarstjóri í Norðoya Sparikassa og hann sigur at tey í Norðoya Sparikassa hava lagt seg eftir at bróta við tradionellu ímyndina av einum peningastovni.
– Við nýggja konseptinum leggja vit okkum eftir at tænastan skal vera í hásætinum og at tað skal kennast væl og óformelt at vitjað Norðoya Sparikassa.
Deildin í Saltangará forleypari
– Í deildini í Saltangará er hugnaligt og óformelt at koma á prát við kundaráðgevararnar.
– Vit bjóða viðskiftafólkunum ein kaffimunn og geva okkum góðar stundir til kundan.
– Hølisumstøðurnar í Saltangará avmarka møguleikarnar hjá okkum at brúka alt konseptið, men hóast tað er deildin eitt alternativ til vanligu peningastovnarnar.
– Deildin er innrættað við frískum litum og møblum. Harafturat hoyrist dempaður tónleikur um alla deildina, júst fyri at leggja dent á eina vælveru og óformalitet.
– Familjur kunnu koma inn á deildina, børnini seta seg at hyggja eftir teknifilmi meðan foreldrini fáa sær ein kaffimunn ella kakao meðan tey avgreiða síni viðurskifti við sparikassan.
Events og Alnót
– Um kvøldarnar er tankin at deildin skal brúkast til at hava sokallaðar "events".
– Hetta eru tiltøk, sum fara at viðgera evnir sum venda sær til ungfólk, pensionistar, ella til tey sum eru í ferð við at seta búgv. Her verður tónleikur á skránni og ein góður biti samstundis sum ein hugnar sær og tosar við ein kundaráðgeva um ymisk viðurskfti.
– Í deildin á Saltangará hava vit eisini eina teldu, sum kundin kann brúka til at fara út á alnótina at leitt upp upplýsingar.
– Vit innrættað eitt stað til børnini har tey m.a. kunnu hyggja eftir teknifilmum við tráðleysum oyratelefonum.
Opið leygardag
Sum nakað heilt nýtt hevur deildin í Saltangará opið leygardag.
– Ein annar partur av øktu tænastuni hjá sparikassanum er at vit broyta upplatingartíðir.
– Opið verður hvønn gerandisdag frá kl. 10 til kl. 17 og leygardag frá kl. 10 til kl. 13.
– Hetta tí vit vilja vera til staðar tá kundin hevur tíð til at koma til okkum.
– Í hesum sambandi bjóða við kaffi og rundstykkir í deildini í Saltangará nú vit fyri fyrstuferð hava opið leygarmorgun.
Egið konsept
Gunnar Nolsøe sigur at nýggja konseptið hjá Norðoya Sparikassa er egin framleiðsla.
– Í tí stóra og heila er hetta nakað sum vit sjálvi hava framleitt og so vítt eg veit eru bara tveir peningastovnar sum hava nakað sum líkist. Ein er í Danmark og hin í Japan.
– Tað sum vit vilja við øllum hesum er at tú skal tíma at koma inn í sparikassan og hvørja ferð tú kemur á gátt skal tað vera ein góð uppliving.




