Fuglafjarðar Sjónleikarafelag og Fuglafjarðar Kvøldskúli hava tikið stig til eitt slóðbrótandi og sera spennandi dramaskeið fyri menningartarnað.
Dramaskeið fyri menningartarnað eru í høgum metum í okkara grannalondum, og vit vita, at mangar staðir standa fólk á bíðilista at sleppa á tílík skeið.
Hetta er samstundis fyrstu ferð, at eitt føroyskt sjónleikarafelag hevur tikið stig til tílíkt skeið, so í Fuglafirði vænta tey stóra undirtøku. Enn er gott pláss á skeiðnum.
Undirvísari verður sjónleikarin Egi Dam, sum í mong ár hevur spælt sjónleik og eisini leikstjórnað leikum ymsastaðni í Føroyum. Egi hevur hildið fleiri skeið í drama, rødd og rørslu o.ø.
Umframt at vera sjónleikari, hevur Egi eisini arbeitt sum stuðul hjá menningartarnaðum.




