Gott 10 børn slógu pott og eini 25 vaksin slógu tunnu í Dansistovuni í Svínoy leygardagin
Hjá einum svínoyingi var hetta fyrstu ferð í 55 ár, at hann sló tunnu. Og ein mintist, at teir slógu 22 tunnir tann eina dagin, tá hann var ungur.
Aftaná fingu øll ein góðan kaffimunn, har eisini varð tosað um gamlar dagar hjá svínoyingum.
Klaksvíkar Heilsøla stuðlaði við onkrum søtum.
Ingolf Gaard eigur myndirnar.

































