Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sløkkiliðið úti nakrar ferðir

Norðlýsið

Onkrir smávegis skaðar hava verið í Klaksvík í dag, nú stormur hevur leikað í

Klaksvíkar Sløkkiliðið hevur verið úti nakrar ferðir í dag og hjálpt borgarum nú stormur hevur leikað í. M.a. var tað onkur rútur sum var farin. Menn frá sløkkiliðinum hjálptu við at fáa plátur fyri aftur. Ein pláta á ísvirkinum á Kósini hevði rivið seg leysa, og gjørdi eitt sindur av skaða á nakrar bilar sum stóðu við. Sløkkiliðið fekk eina fráboðan um eitt høsnarhús, sum var við at fara.

Finn Hansen, sløkkiliðsleiðari, sigur, at talan hevur verið um smávegis skaðar.

Veðrið í Klaksvík í dag er merkt av sterkum hvirlum, sum koma úr øllum ættum, soleiðis, at tað kann verða so skjótt, at okkurt er áfatt.