Nú tíðin har fýrverk verður brúkt nærkast, hava feløgini fyri sløkkiliðsfólk sett sær fyri, at gera fyribyrgjandi arbeiðið í hesum sambandi.
Tað er nærum á hvørjum árið at óhapp standast av fýrverki, uttan at tað enn hevur verið í tær heilt stóru hendingarnar, har goymslur og størri nøgdir hava gjørt um seg.
Feløgini halda, at tað er umráðandi at upplýsa og fyribyrgja, og hava í hesum sambandi fingið tveir serfrøðingar at hava fyrilestur um evnið.
Talan er um ókeypis fyrilestur, sum verður í Norðurlandahúsinum týskvøldi 17. november kl. 18.00
og 18. november somu tíð, í skúladeplinum í Hovi.
Fyrilestrarhaldarar eru tveir lærarar, sum fáast við leiðaraútbúgving hjá Beredskabsstyrelsen í Danmark
Martin Sørensen, er ein av teimum, sum fyri stóran part hevur tilevnað útbúgvingina og gjørt royndi við fýrverki, meðan hin, Per Teglgaard, hevur, sum heild tilevnað leiðsluútbúgving hjá Indsatsleiðarum í donsku skipanini.
Teir koma at leggja dent á, handfaring og tilbúgving av fýrverki og hvussu ein innsatsur verður skipaður í hesum sambandi.
Fundirnir eru almennir og ókeypis og verða sum sagt:
Týskvøldið 17.11.2009 kl. 18.00 í Norðurlandahúsinum
Mikudagin 18.11. 2009 kl. 18.00 í Skúladeplunum í Hovi
Vegna Fyrireikararnar
Landsfelag Sløkkiliðsmanna og Felagið Sløkkiliðsleiðarar




