Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sløkkingarútgerðin umborð á Jákup B fór í gongd

Oliver Joensen

 Í morgun var boð eftir Sløkkiliðnum í Klaksvík, tí hildið var at eldur var í umborð á línuskipinum Jákupi B. Tá Norðlýsið var á staðnum í morgun varð sagt at hildið var ikki at eldur var í skipinum, men at automatiska sløkkiútgerðin av eini ella aðrari orsøk var aktiverað.

Hetta hevði við sær at roykur kom úr skipinum. Sum skilst, so dálkar slík útgerð av sær, so helst verður eitt upptak at gera eftir óhappið.