Tað eru bara føroyingar, sum eru fleiri á heimasíðuni, enn slovakar. Síðani koma vitjandi úr Danmark og Tjekkia
Hagtølini fyri heimasíðuna hjá okkum minna um tá grindadráp er. Tað er ein øgiligur trafiikur. Vitjandi koma á, steðga longi á og tey flestu fara ikki av aftur.
Vanliga eru flest vitjandi úr Føroyum sjálvandi og síðani Danmark, Skandinavia, Bretlandi, USA og onnur lond úr norðurevropa.
Men í dag er øðrvísi. Slovakar vitjað heimasíðuna í hópatali, ja so nógv at teir hava yvirhála danir, so teir liggja á einum øðrum plássi. Og beint í hølunum á dønum eru vitjandi út tjekkia.
Tað er sjálvsagt støðan viðvíkjandi dystinum í kvøld, sum er orsøkin.



