Her stendur Símun Joensen, sum varð ættaður úr Miðstovuni á Syðradali, men flutti til Klaksvíkar at búgva í 1972, frammi á bógnum á sluppini Esther, sum hann førdi í ein mansaldur. Sluppin hevur lagt at við fiskamarknaðin í Grimsby, har teir landaðu ísfisk sum í gomlum døgum. Nakkin á Finn bornholmaranum sæst eisini til vinstru í myndini. Finn var eisini við Esther í nógv ár.
Myndin stavar frá hátíðarhaldinum í Grimsby í 1988, tá Esther og onnur skip og bátar vitjaði býin, tí tá vóru júst hundrað ár liðin, síðan Esther var smíðað har. Esther er so “uppsnollað” til hátíðarhaldið, og sjálvt pullartar og akkerið eru málað við reyðari máling.
Tað var í skýmingini eitt kvøldið um miðjan august í 1988, at skipafylgið kom inn um portrið í Grimsby. Tá var fjarandi sjógvur, so tað var í tøkum tíma, at skipini komu fram, tí hátíðarhaldið fyri Esther skuldi verða dagin eftir.
Kristian Martin Petersen, sum arbeiddi við sjómanskirkjuna í Hull um hetta mundi, var staddur í Grimsby í sambandi við hátíðarhaldið, og hann hevur lænt mær myndina.



