Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Smábørnini tóku verkætlanina til sín

Oliver Joensen

Ein bólkur av næmingum úr 9.a. við Skúlan á Ziskatrøð hevur avhandað eina verkætlan til Dr. Margrethu Barnagarð.

Tá ein bólkur av næmingum úr 9. flokki við skúlan á Ziskatrøð skuldi velja sær eina verkætlan, fall valið á at evna til eitt landslag, sum børnini í barnagarðinum kundu hugna sær við.

Úrslitið bleiv, tvær oyggjar, samanbundnar við eini brúgv og við tunnlum gjøgnum fjøllini. Eisini høvdu næmingarnir evna til ferjur skip hús og annað.

Vit vóru eisini við í Barnagarðinum, tá stórfingna gávan var handað Dr. Margrethu Barnagarði.

Sigast má, at tey smáu tóku sera væl ímóti, tey vóru sera upptikin av at spæla við forkunnugu verkætlanina hjá 9. flokki.

Á myndunum síggjast eisini nakrar gentur, ið hava evnað til ein hugnaligan pinklittan bil, ið eisini varð royndarkoyrdur í skúlagarðinum ídag.