Fiskaklettur sum fór til fiskiskap mánakvøldi brendi í tosk norðanfyri longu í fyrstu hálunum.
Fiskaklettur sum fór til fiskiskap mánakvøldi brendi í tosk norðanfyri longu í fyrstu hálunum. Fyrsta hálið var 90 kassar ug síðani fingu teir tvey hál uppá 60 kassar, Tá vit tosaðu við teir fyri løtu síðan var fiskiskapurin framvegis brúkiligur og talan var um góðan og stóran tosk. Teir høvdu 360 kassar í lastini og vanliga er ein kassi umleið 100 pund.
Hansa Maria og Birtingur royna eisini norðanfyri og teir høvdu eisini góðan fiskiskap.




