Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Smáligur fiskiskapur í dag

Jákup Ósá

Norðsøki og Bragd koma inn í kvøld.

Norðsøki fer at avreiða hvørja løtu, meðan Bragd siglir inn. Teir hava roynt norðanfyri í dag. Fiskiskapurin hevur verið smáligur. Norðsøki hevur 5000 pund á 55 stampum, meðan Bragd hevur 4000 pund á 56 stampum. 

 

Sum heild hevur talan verið um smáligt fiskarí hesa vikuna hjá útróðrarbátunum. Líðhamar og Kallanes royndu vestanfyri í gjár, men eisini har var smáligt. Líðhamar seldi knapt 3000 pund hjá FMF í morgun fyri tann túrin.