Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Smart stress

Danial Viðoy

Góðan morgun: Facebook og tær smartu telefonirnar eru ikki so smartar, tá ið tað kemur til stykkis. Í staðin fyri at gagna góðum endamáli sum arbeiði, endar tað í staðin við sosialari strongd. Og strongd er hvørki smart ella snilt, og tað ber ikki til at rita út frá strongd/stress.

Góðan morgun: Facebook og tær smartu telefonirnar eru ikki so smartar, tá ið tað kemur til stykkis. Í staðin fyri at gagna góðum endamáli sum arbeiði, endar tað í staðin við sosialari strongd. Og strongd er hvørki smart ella snilt, og tað ber ikki til at rita út frá strongd/stress.

Tað er einkult. Misnýtsla av sosialum lívi á alnótini endar við strongd, ið hvussu er ofta. Granskarar meina haraftur ímóti, at um ein telefon verður nýtt til arbeiðsørindi, er møguleikin fyri stress ella strong munandi minni.

Telefoneftirlit stressar

Sníkja tú og tín hond javnan niður í lumman at leita eftir notifikatiónum á Facebook, ja so eru tygum í vanda fyri, at telefonin kann stressa teg og geva tær strongd. Strongd er ikki líka løtt at sleppa av við, sum tað er at rita av Facebook.

Stressar í staðin fyri at hjálpa

Bretskir granskarar á lærda Háskúlanum í Worcester í Onglandi hava í nýggjari kanning funnið útav, at tað ikki er so ’smart’ at hava eftirlit við telefonini í tíð og ótíð. Nógv bendir á, at telefonin í slíkum føri stressar teg í staðin fyri at hjálpa tær í gjøgnum skundmikla dagin.

Hesar ’smartu’ telefonirnar spjaða seg eins og fjálturstungnar køstaflugur. Tað eru fá í dag, ið hvussu er í vesturheiminum, sum ikki eiga eina slíka. Tað er ikki bert sølan av telefonum, ið er vaksin; sosiali tørvurin á alnótini hækkar samsvarandi. – Tað eru nógv, ið eru fallin í felluna, at kanna telefonina allatíðina; tí tað er nevniliga so ómakaleyst.

Arbeiði stressar ikki

Granskararnir komu eisini fram til, tá ið teir kannaðu hesi 100 fólkini, at um telefonirnar í størri mun verða brúktar til arbeiðsbrúk, ja so er tað ikki eins tyngjandi fyri sálina. – Líkt er til at tann óttin, um ikki at fáa alt við, gera ein øran í høvdinum. Tað er hart at vera ”á” allatíðina.

Íblástur: samvirke.dk