Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Smáttan har Andrias í Innistovu plagdi at skjóta ravn

Jákup Andreasen

Í 1960 unum var nógvur ravnur á Trøllanesi, og tá fingust nakrar krónur fyri nevini, sum vórðu latin inn. Andrias Joensen (Dessa) í Innistovu á Nesi dámdi væl at skjóta ravn, og hann plagdi at leggja onkran deyðseyð ella okkurt líknandi nærindis lítlu smáttuni á myndini niðri á bakkanum norðanfyri bygdina. Har lá hann klárur við byrsuni. Onkuntíð plagdi hann eisini at skjóta uppi á Borgaranum.

 

Eg minnist Andrias ógvuliga væl frá barnaárunum á Trøllanesi, sjálvt um hann var 11 ár eldri enn eg. Hann var lítilátin og vinarligur, men dámdi nokkso væl at arga meg. Helst hevur tað verið so upplagt hjá honum, tí sum smádrongur hevði eg góða tendring.

Vit møttust aftur í Keypmannahavn í seinnu helvt av 1970 árunum, har Andrias las verkfrøði og eg las lívfrøði. Vit hittust nakrar ferðir, og eg vitjaði hann onkuntíð á næmingaheiminum, har hann búði. Kamarið hjá honum var ikki stórt, men hann hevði eitt orgul standandi, sum hann dugdi og dámdi at spæla upp á. Men sum so mangan, so fánaði okkara samband so líðandi burtur aftur. Andrias bleiv verandi í Danmark, har hann hevði konu og børn.

Seinastu árini var Andrias kropsliga merktur av sjúku, og tí flutti hann á røktarheim úti á Amager. Hann doyði í februar í fjør, 78 ára gamal. Jógvan K. Mørkøre á Eiði tók myndina norðuri á Trøllanesi í 1965.