Fiskaklettur, Skálafossur, Jens Leon og Sigatindur hava havt rokfiskiskap síðsta døgnið.
Sambært FMF, so hava teir roynt norðanfyri í ein dag og fingið millum 42.000 pund og 52.000 pund nú teir allir landa í dag. Fiskaklettur landar í Klaksvík og hann hevur 50.000 pund, harav 48.000 pund av toski. Har er mest av toski 3 og síðani toski 2.
Sum skilst er fiskiskapurin í einum kassa norður úr Mykinesi, sum lat upp 1. apríl.



