Tað var tað, ið hald bleiv lagt á í Klaksvík í gjár, sigur leiðarin á kriminaldeidini.
Løgreglan gjørdi í gjár fleiri húsarannsóknir í Klaksvík og trý fólk – ein kvinna og tveir menn – í aldrinum 30 til 50 ár vóru handtikin og skuldsett í einum máli um rúsevnið.
Jón Klein Olsen, leiðari á kriminaldeildini, segði soleiðis við KVF á middegi.
– Tað vóru smávegis nøgdir av rúsevnum og onkur hashplanta, sum vit løgdu hald á. Og tann síðsti persónurin bleiv leyslatin seint í gjárkvøldið, segði Jón Klein Olsen, ið ikki fekk svarað uppá, um ætlanin var at selja víðari ella, um talan var um gamlar kenningar í umhvørvinum.
Verturin: Høvdu tit fingið tipp frá øðrum fólki um, at hesi fólkini hava rúsevni?
– Tá vit kanna nakað slíkt, so er eitt forarbeiði gjørt, men hvussu vit eru komnir fram til tað úrslitið sum ger, at vit fara at kanna slíkt nærri, tað sigur seg sjálvt, at tað fái eg ikki komi inná, segði leiðarin á kriminaldeildini.




