Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Smekkaði bremsurnar í – og reyk sjálvur út úr býráðnum

John William Joensen

– Klaksvíkar Kommuna veitir í dag borgarum eitt hav av tænastum, men seinastu mongu árini hevur umsitingin í alt ov stóran mun verðið ávirkað av hvørjir borgarstjórar hava sitið, sigur Kristian Fríðrikk Olsen.

Kristian Fríðrikk Olsen kom fyrstuferð inn í býráði sum varamaður fyri Páll á Dul og Arna Ziskasen í 1977. Tey 31 árini hann hevur sitið í býráðnum hava verið merkt av framgond undir skiftandi fíggjarligum umstøðum.

Av tilvild í býráði
Kristian Fríðrikk greiður frá at tað var av tilvild at hann fór uppí býráðsarbeiði.

– Eitt kvøldið eg var á Dávavirkinum sæt Oliver Joensen, á kontórinum og skrivaði tíðindir til Norðlýsið. Í blaðnum var ein táttur har tilvildarligir persónar søgdu sína meining. Hann rópti á meg og spurgdi um eg ikki hevði eina meining um okkurt og so skrivaði hann ein stubba.

– Norðlýsið var ikki meira enn komið á gøtuna tá bankar uppá dyrnar hjá mær og fólkaflokksmaður spurgdi um eg ikki vildi koma uppá listan til býráði. Og so var leyst og liðugt.

– Eg var einans 25 ár tá eg á fyrsta sinnið kom í býráði og tað sum eg minnist best var hvussu stóra ávirkan útróðurin hevði á kommunukassan.

– Vit sóu beinleiðis á inntøkunum nær ódnarverður var og nær flotin var til fiskiskap.

70ini og 80ini
– Fyrsta tíðin eg sat í býráðnum var sera trupul fíggjarliga. Kommunan var so illa fyri at hon slapp ikki at keypa frá handlum í býnum.

– T.d. minnist eg at á Varpinum noktaðu teir at selja seym til kommunumennirnar og bankarnir vildu ikki lána pening. Stórt fundarvirksemið var í býráðnum um keyp av olju til skúlarnar og tað sigur seg sjálvt at tað var trupult at virka undur slíkum umstøðum.

– Harafturat var so at siga alt vegarbeiði í býnum fyribils loysnir. Kommunan hevði gjørt útstykkingar, men vegirnir vóru bara grivnir ígjøgnum. Soleiðis fór nógv orka til at fáa vegirnar gjørdar av nýggjum.

– Hetta broyttist nógv fyrst í 80 unum og árini frá 1981 til 1984 vóru sera góð fyri Klaksvíkar Kommunu. Tað hendu stór framstig á øllum økjum og serliga ksu inntøkurnar. Eisini var politiska samstarvið sera gott og vit fingu nógv av skafti hesi árini.

– Stóra útstykkingin á Lítlubrekku var komin, men økið var als ikki skipað. Her noyddust vit at taka alt upp av nýggjum og leggja vegir, vatn og kloakkir. Stoksoyravegurin – sum bara var moldvegur – varð grivin upp og gjørdur av nýggjum.

– Seinra helvtin av 80-unum var ein løgin tíð har alt varð skrúva upp í topp. Býráðslimir og landspolitikarar í hvør sínum lagið royndu at yvirbjóða hvønn annan. Alt ov nógvir býráðslimir hildu at vit vóru í beinleiðis kapping við Havnina og tað vísti seg eisini at hetta var ein kapping, sum býurin slett ikki megnaði at bera.

Býráðslimir á klappjagt
– Tá so kreppan kom seinast í 80-unum hevði eingin ábyrgd av nøkrum og øll fóru at leitað eftir syndabukkum.

– Hesa tíðina var sera trupult at virka í býráðnum. Tað gekk long tíð áðrenn politiska skipanin megnaði at sleppa afturlítingini og í staðin hyggja fram eftir .

– Fyrstu tíðini tóku vit eitt stig í senn. Valdu ávísar verkætlanir burtur úr og settu gongd á smærri arbeiðir. Smátt um smátt fóru hjólini aftur at mæla.

– Hóast tíðarskeiði seinast í 80unum og fyrst í 90unum var eitt trupult tíðarskeið so megnaðu vit at fáa sett fasta sambandið um Leirvíksfjørð á korti. Hetta var ikki bara sum at siga tað tí hørð mótstøða var í býráðnum og í býnum móti Norðoyatunnlinum. Vit høvdu trupult við at fáa pening játtaðan, men vit høvdu ein greiðan málsetning og hildu alla tíðina sakligt kunningararbeiði – málinum at frama.

– Høvdu vit megnað at funna semju so ivist eg onga løtu í at Djúphavnin í Ánunum hevði verið veruleiki í 80-unum. Harvið hevði Klaksvíkar Havn eisini staði nógv sterkari í dag, men so skuldi ikki verða. Djúphavnin í Ánunum er eitt stórt framstig, og hóast eg skilji tey sum seta spurnartekin við kostnaðin – so fer hon uttan iva at geva býnum stórar inntøkur í framtíðini.

Seinasta árið í býráðnum
Býráðsvalið í novembermánaða 2008 – gjørdist endin á 31 ára langa tíðarskeiðinum hjá Kristian Fríðrikk sum lokalpolitikkari. Stutt undan býráðsvalinum kom fólkaflokksmaðurin rættiliga í fokus tá hann sum virkandi borgarstjóri smekkaði lokið á kommunukassan.

Samstundsi fór hann frá at verða ein av oddafiskunum hjá Fólkaflokkinum í norðoyggjum til at verða vrakaður av veljarum. Sjálvur er Kristian Fríðrikk avkláraður tá vit tosað um hetta trupla tíðarskeiði og hann ber ikki agg til nakran.

– Tá Jákup Mikkelsen fór í løgtingið gjørdist eg varaborgarstjóri og í apríl mánaða 2008 møtti eg fyri fyrstuferð á fundi í fíggjarnevndini sum virkandi borgarstjóri.

– Á hesum fundinum varð greitt at fíggjarkarmurin býráði hevði lagt fyri 2008 fór ikki at halda og vit avgjørdu tí at halda aftur í útreiðslunum. Sum borgarstjóri orðaði eg eitt bræv til allar stovnar og deildir hjá kommununi – har eg við stóru reyðum bókstavum gjørdi greitt at fíggjarstøðan hjá kommununi var versnandi og at haldast skuldi aftur.

– Tá so borgarstjórin gjørdist sjúkur í oktober vóru aftur boð eftir mær og tá fekk eg skjótt úr at gerða.

– Á fundi við leiðsluna í umsitingini kom fram at fíggjarstøðan nú var út av lagið vánalig. Hon var nógv verri enn eg hevði ímyndað mær og í veruleikanum vóru møguleikarnir hjá mær sum borgarstjóri sera avmarkaðir.

– Øll stýringsamboðini vóru brúkt og á borðinum lógu ógoldnar rokningar fyri 15 milliónir krónur og fleiri rokningar vóru á veg.

– Gjaldstovan og Landsverk høvdu lagt út fyri kommununa í samband við ávísar verkætlanir og gjaldstovan hótti við at mótroknað í skattinum.

– Um tað kom út millum fólk at Klaksvíkar Kommuna ikki megnaði at halda sínar skyldur – so fór hetta at fáa álvarsligar fylgjur og tí noyddust vit at arbeiða skjótt. Støðan var so vánalig at ivasamt var um vit fóru at klára næstu lønarútgjalding til starvsfólk og tí var bara eitt at gerða.

– Einasti møguleikin var at smekka bremsirnar í so øll skiltu álvaran í støðuni.

– Fyrst kallaði eg fíggjarnevndina til fundar, síðani deildarleiðarar og at enda vóru øll starvsfólk hjá kommununi á kunnandi fundi.

Setti borgarstjóranum fótin fyri hurðina
Tann 1. oktober 2008 sendir varaborgarstjórin, Kristian Fríðrik Olsen, tíðindaskriv út – meðan borgarstjórin er sjúkrameldaður.

Í brævinum stendur m.a. at fíggjarligu fortreytirnar í samfelagnum síðstu mánaðirnar eru broyttar munandi….og at ov stórt trýst er lagt á gjaldføri kommunnar! Í brævinum boðar varaborgarstjórin frá at hildið verður aftur á øllum útreiðsluøkjum kommununnar í inniverandi fíggjarári og at stórar sparingar skulu fremjast á fíggjarlógini fyri 2009 samstundis sum kommunuskatturin verður hækkaður.

Tíðindaskrivið er undirskrivað av varaborgarstjóranum tann 1. oktober 2008. Í eftirfylgjandi valstríðinum var ivi sáddur um hvørt borgarstjórin, sum lá sjúkur, varð kunnaður um tíðindskrivið.

– Hóast býráðsval stóð fyri framman var eg sannførdur um at rættast var at spæla við opnum kortum – líkamikið hvør avleiðingin fór at verða.

– Vit orðaðu eitt tíðindaskriv og tá brævið var liðugt skrivað ringdi eg til borgarstjóran og læs brævið fyri honum.

– Hann var ótryggur við ávísar orðingar og spurdi um ikki okkurt kundi orðast ørvísið. Eg gjørdi honum greitt at einki fór at verða broytt og tað góðtók hann og síðani varð skrivið sent fjølmiðlunum.

– Eg eri sannførdur um at um vit ikki høvdu handlað júst tá – so høvdu avleiðingarnar verið sera álvarsligar.

– Arbeiðstakarar hjá Kommununi høvdu farið av knóranum og vit høvdu havt politiskt rumbul tvørtur um býráðsvalið. Eg ivist heldur onga løtu í at jólasølan í handlunum kring um í býnum hevði farin í hundarnar. Umráðandi var at finna loysnir her og nú – samstundis sum vit fingu steðga streyminum av rokningum sum floymdu inn til kommununa.

Roykskýggj og ábyrgdarloysið
Politiska orðaskiftið og umrøðan í fjølmiðlunum av Klaksvíkar Kommunu fram til býráðsvalið var sera ósakligt, sigur Kristian Fríðrikk.

– Ein stórur meiriluti av býáðslimum í undanfarna býráð valdi at standa saman um eina semju – har vit framdu radikalar sparingar og hækkaðu skattaprosentið, men hetta fekk avleiðingar fyri valstríðið.

– Eg merkti væl – eisini frá øðrum í mínum egna flokki – at man vildi ikki halda seg til veruleikan og tá listin hjá Fólkaflokkinum var liðugur – dugdi eg at síggja at í hvussu so er trý av valevnunum fóru at taka atkvøður frá mær.

– Øll hini á fólkaflokkslistanum vóru ímóti skattahækkingini og vildu í valstríðinum ikki fyrihalda seg til tað semju sum vit gjørdu í býráðnum. Tað var eyðsýnt at øll flýggjaðu undan ábyrgd og syndabukkar skuldu finnast.

– Eg upplivdi eisini hvussu persónar sum høvdu stuðla mær – nú stuðlaðu øðrum, men hetta er bara nakað sum tú sum politikari mást fyrihalda teg til – og tú skalt jú eisini falla fyrr ella seinri.

– Tað er tó eitt sindur løgið at staðfesta at tey sum fyri hálvum árið síðani í valstrínum mæltu til skattalætta, í dag sita í býráðnum og leita eftir enn fleiri sparingum.

Sá skriftina á vegginum
Sjálvt valkvøldið kl. 19:50 – beint undan at dyrnar til valhølið lótu aftur, visti Kristian hvønn veg tað bar.

– Eg segði við konuna at eingin ivi er um at eg fái eitt sera vánligt býráðsval – men álíkavæl valdi eg at fara niðan í høllina at eygleiða uppteljingina og har var sjón fyri søgn.

Fegnast um tey ungu í Fólkaflokkinum
Kristian Fríðrikk sigur seg hava sera gott tilknýti til býráðslimir í dag og hann fegnast um tey ungu sum hava tikið við í Fólkaflokkinum.

– Tíðin var komin til eina broyting og eg fegnist um at vit í Fólkaflokkinum eiga so góðan og sterkan lista.

– Tað skuffar meg at flokkurin ikki loyvdi mær at halda fram í SEV. Kommunali felagsskapurin hevur verið mítt hjartabarn – har eg havi verið virkin síðan 1993.

– Eg má siga at tað má verða lagninnar speiðsemið at flokkurin valdi at premiera fyrrverandi borgarstjóran og valdi hann í stýri hjá SEV – í mítt stað!

Klaksvíkar Kommuna
Í valstríðnum var harliga funnist at umsitignini hjá Klaksvíkar Kommunu og vit spurgdu fyrrverandi býráðspolitikaran um hvat hann helt um hendan spurning.

– Umsitingin er kanska heldur veik. Klaksvíkar Kommuna veitir í dag borgarum eitt hav av tænastum, men seinastu mongu árini hevur umsitingin í alt ov stóran mun verið ávirkað av hvørjir borgarstjórar hava sitið.

Missiónsarbeiði í Cambodja
Kristian Fríðrikk sigur at tað er ein lætti at verða komin burtur úr býráðsarbeiðinum.

– Eg hugsaði ikki um tað tá eg var í eldinum hjá Klaksvíkar Kommunu og SEV, men nú síggi eg hvussu nógv orka er farin til hendan partin av lívi mínum. Eg og konan hava verið aktiv innan andalig arbeiði og um stutta tíð fara vit niður til Cambodja at hjálpa við missiónsarbeiði í eitt ávíst tíðarskeið.

Tað gleði eg meg til, sigur Kristian Fríðrikk Olsen sum seinastu 31 árini hevur verið í almennari tænastu í Klaksvíkar Kommunu.

Harleyfacadeacryl