Skúlin hevur skjótast tilber brúk fyri einum dugnaligum maskinfólki, at umsita og røkja Maskindeildina.
Ynskiligt er, at umsøkjarar hava útbúgving sum maskinsmiðir ella líknandi. Annars leggja vit dent á ídni, røkinskap og sjálvstøðugt arbeiði.
Starvið verður sett eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Handverkarafelag/Landsfelaga handverkaranna og er tíðaravmarkað til 30. juni 2008.
Eru spurningar, so kunnu áhugað venda sær til John Erik Hansen, deildaraleiðara á tlf. 590979 ella Rúna Heinesen, skúlastjóra tfl. 214407.
Freistin at senda inn skrivliga umsókn er mikudagin 12. september
Tekniski Skúlin í Klaksvík
Postboks 20
FO-700 Klaksvík
Sí annars, www.tsk.fo




