Tú kanst verða skotin ella sligin í høvdið við fløsku. Men tú fært ikki ilt, tá tað eru special effects. Tú kanst læra teg at sminka blóðug sár og at gera óhugnaligar likamslutir. Bein- og armbrot, glasskør í sárunum, avhøgdar fingrar, brandsár, eftirgjørdar innvølir og likamslutir
Hetta er innihaldið í skeiðnum, sum Meginfelag áhugaleikara Føroya (MáF) og Havnar Sjónleikarafelag skipa fyri 29.-31. august 2008". Skeiðið verður í Sjónleikarhúsinum í Havn og byrjar fríggjakvøldið 29. august kl. 19 og endar sunnudagin 31. august kl. 16. Skeiðið er ætlað teimum, ið plaga at fáast við at sminka til sjónleik, film o.a. , men øll við áhuga eru vælkomin at tekna seg.
Lærari er Janus Vinther, sum hevur ein sminkuskúla niðri í Keypmannahavn, har hann undirvísir bæði lærdum og leikum og bæði børnum og vaksnum.
Vilt tú vita meira, kanst tú ringja til MáF, 315624 ella Havnar Sjónleikarfelag, 311132.
Les meira á www.maf.fo, ella á www.hsjonleik.fo




