Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Smoltstøðin á Viðareiði reist

Oliver Joensen

Í dag var nýggja smoltstøðin inni á Dølum á Viðareiði reist. Talan er um ein sera stóran bygning á 5.800 fermetrar, sum Bakkafrost letur byggja omanfyri verandi smoltstøð.

“Fremsta endamálið við nýggju høllini er at gera tað møguligt at lata smoltini vaksa meira, áðrenn tey verða slept í ringarnar,” sigur Sigurd Jacobsen, leiðari á smoltstøðini.

Tað er Articon sum stendur fyri arbeiðinum at byggja høllina, og gongst sum ætlað stendur hon liðug í summar. Kostnaðurin fyri nýggju høllina (við øllum útbúnaðinum) er 160 mió. krónur.

Vit fara at skriva meira um smoltstøðina í einum av komandi bløðunum, men í fyrsta umfari vísa vit nakrar myndir, sum vit tóku á Viðareiði í dag.