Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Smyril avlýsti í morgun

Tekst og myndir: Dávur Winther

Fyri veður avlýsti Smyril túrin av Tvøroyri klokkan 06 í morgun. Eisini aðrar leiðir eru avlýstar í morgun

Strandferðslan skrivar, at fyri veður og sera høga aldu er fráferðin kl. 6:00 á leið 7 avlýst, í morgun, hósmorgun 28. desembur. 

– Á SSL.fo  verður sag, at kunning um, nær siglt verður kemur skjótast til ber umvegis teirra sms-skipan og á heimasíðuni ssl.fo, skrivar Strandferðslan.

Standferðslan skrivar eisini, at fyri veður er fyribils eingin sigling Svínoy og Fugloy í dag.

Í gjár var eisini ringt veður, og sigldi Smyril vestan fyri Sandoynna og síðani suður gjøgnum Skopunarfjørð ávegis til Havnar. Túrurin av aftur Havnini, seinnapartin í gjár, varð ikki sigldur.

Seinnapartin í gjár og út á kvøldið segði Landsverk frá vindi við Skopunar havn á meir einn 40 m/s.

Eisini eru túrarnir kl. 7:45 av Havnini og kl. 8:15 úr Nólsoy ikki sigldir í dag.

Sí neyvar her: ssl.fo