sigur Regin Vágadal, sum ikki er í iva um at loysnin, sum Jákup Dánielsen hevur lagt fyri dagin er beinleiðis svans við almennum pengum.
– Eg má siga sum er at eg eri stórliga bilsin av tí loysn, sum nú er løgd fyri dagin av nýggja stjóranum á strandferðsluni.
– Lat meg fyrst siga at hetta ikki er ein løtt uppgáva hjá Jákup Dánielsen at loysa – tí hann er nýggjur í starvinum og kann tí ikki hava innlit í viðurskiftini á Strandferðsluni.
– Um vit høvdu brúk fyri fýra skiparum, so høvdu vit eisini lagt upp fyri hesum í fíggjarstýringini – men eg kann siga so mikið at tað er als ikki lagt upp fyri hasum – sum nýggi stjórin boðar frá.
– Tað er umráðandi at ein torir at kallað ein spaka fyri ein spaka og tá sagt verður at tørvur er á fýra skiparum – so er okkurt spinnandi galið.
– Jákup Dánielsen hevur sagt við fjølmiðlarnar, at hann fór at finna eina demokratiska loysn – men tað kann ikki verða rætt ein velur eina loysn, sum kemur at kosta landskassanum fleiri 100.000 krónur eykað.
– Hetta er baði løgið og órationelt.
– Eg má siga at tá eg las um nýggja leistin hjá stjóranum at loysa knútin – so sigur tað mær somikið at Jákup Dánielsen ikki hevur hóming av hvat gongur fyri seg á Strandferðsluni – og tað sigi eg hann heldur ikki ringan fyri – tí hann hevur jú bara verið nakrar vikur í starvinum.
– At man hevur valt at lata gomlu skipararnar halda fram í 18 mánaðar er óskiljandi tí rímuligt hevði verið um talan var um ein mánaða – ella tað tíð sum tað tekur at seta nýggju skipararnar inn í mannagongdirnar.
——
Regin Vágadal váttar eisini, at tað er rætt tá fjølmiðlar í vikuni skrivaðu at fráfarandi stjórin eisini hevur rætt til løn í eitt ávíst tíðarskeið – og at peningurin eisini skal finnast á lønarkonto hjá Strandfaraskipum.




