Stjórin á Strandferðsluni, Kristian Davidsen, sigur at møguliga fer Smyril framsýningartúr til Klaksvíkar næsta vikuskifti.
Tá Mortan Mols kom til Føroyar kom hann eisini framsýngartúr til Klaksvíkar og tá ógvaðust øll um hvussu stórur hann var.
Vit spurdu stjóran á strandferðsluni um ætlanin ikki eisini var at sýna nýggja Smyril fram í Klaksvík og hann segði at hetta var ikki ómøguligt
– Smyril skal byrja siglingina mándagin í komandi viku og tí arbeiða við við fullari orku at gera skipið klárt til hesa sigling.
– Tí er eingin møguleiki at fara ein túr norður eftir fyrst í vikuni, men um alt gongur væl so fara vit at viðgera henda spurning seinri í vikuni og so kundi ein møguleiki verið fyri at Smyril fór ein túr norður til Klaksvíkar næsta vikuskifti.
– Men sum sagt so skal nógv gerast við skipið fyri at gera tað klárt til at røkja suðuroyarleiðina og avgerandi verður hvussu hetta arbeiði gongur.




