Frá Smyril Line verður sagt, at samrøður millum Smyril Line og Fjord Line halda fram og at vón er um sterkt samstarv.
Vónin um eitt nýtt og sterkt samstarv millum P/F Smyril Line og Fjord Line er framvegis til staðar, nú P/F Smyril Line hevur boðað Fjord Line frá, at ávís viðurskifti í norska reiðaríinum mugu broytast.
Sum vanligt er, áðrenn umfatandi keyp verða gjørd, hevur P/F Smyril Line kannað fleiri viðurskifti í Fjord Line. Ein niðurstøða av kanningini ber í sær, at P/F Smyril Line ynskir viðurskifti í norsku fyritøkuni broytt, um keypið skal fara fram, sum ætlað.
Hesum hava vit boðað Fjord Line frá, og vit vænta, at samrøðurnar okkara millum halda fram. Ein týðandi partur av fráboðan okkara er, at treytaða tilboðið um at seta pening í Fjord Line stendur við, sigur Thomas Magnussen, nevndarformaður í P/F Smyril Line.
P/F Smyril Line hevur givið eitt treytað tilboð uppá at seta 48 mió. kr. í Fjord Line, og um handilin gerst veruleiki, kann P/F Smyril Line ogna sær 66 prosent av partapeninginum í norska felagnum.




