Eigararnir av Deplinum í Skálavík hava gjørt avtalu um, at Smyril Line yvirtekur raksturin av deplinum, ið framyvir verður rikin sum vanligt hotell undir navninum Hotel Skálavík.
Eigararnir av Deplinum í Skálavík hava gjørt avtalu um, at Smyril Line yvirtekur raksturin av deplinum, ið framyvir verður rikin sum vanligt hotell undir navninum Hotel Skálavík.
Herfyri settu eigararnir av Deplinum í Skálavík seg í samband við Smyril Line, um møguleikan at fáa Smyril Line at reka depilin. Nú er avtalan um leigu av hotellinum gjørd og framyvir verður tað Smyril Line, ið tekur sær av rakstrinum.
Smyril Line yvirtekur raksturin frá 23. mars og bjóðar gisting til bæði føroyingar og útlendingar.
Hotel Skálavík er nýtt og í sera góðum standi. Hotellið hevur 25 kømur umframt fundarhøli, matstovu, veitsluhøli, biograf og allar hentleikar til ráðstevnur. Eisini eru tvey stór høli, ið kunnu leggjast saman at rúma upp til 500 gestum.
Rúni Vang Poulsen, stjóri á Smyril Line, fegnast um samstarvið, ið hann sær stórar møguleikar í:
– Við Hotel Skálavík kunnu vit bjóða eitt væl røkt, nútímans hotell á einum av vakrastu plássum í Føroyum. Sandoyggin er heilt serlig. Her eru náttúruperlur sum Søltuvík, mentanarupplivingar sum Listasavnið á Sandi, og her er ein tann besta strondin í landinum, greiðir Rúni Vang Poulsen frá.
– Vit hava longu eitt breitt og gott sølunet, bæði í Føroyum og uttanlands, so vit eru brynjað at fara undir hesa ætlan. Vit hava 32 ára royndir við sølu og marknaðarføring í útlondum, og vit hava søluskrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi og Týsklandi. Harumframt hevur Smyril Line sera tætt samstarv við agentar í øllum Skandinavia og longri niðri í Evropa.
Arbeitt verður við at gera sølutilfar, eitt nú eina nýggja heimasíðu við smidligari sølufunktión. Væntandi verður hetta arbeiði liðugt um góðar tvær vikur.




