Á tíðindafundi hósdagin hjá Smyril Line, varð sagt at teir fóru at hyggja positivt upp á tilboð frá Klaksvík ella Runavík
Tað hevur verið tosað nógv um kostnaðin hjá Smyril Line í samband við at Norrøna so ofta ikki fær lagt at í høvuðsstaðnum.
Spurdur um leiðlan í Smyril Line hevði hugsað um at flutt til aðrar havn í Føroyum var svarað soleiðis:
"Nevndin hevur als ikki viðgjørt atløguviðurskiftini í Havn. Tey mugu tit spyrja skiparan um. Men tað er greitt at um Runavík ella Klaksvík koma við góðum tilboði til okkum so fara vit at hyggja positivt upp á tann møguleikan."




