Ætlanin við nýggja skipinum Mykines, er at sigla millum Thorlakshøfn í Íslandi, Rotterdam í Hollandi og Føroyar.
Ætlanin við nýggja skipinum Mykines, er at sigla millum Thorlakshøfn í Íslandi, Rotterdam í Hollandi og Føroyar.
Smyril Line fer við nýggja skipinum, Mykines, at sigla millum Thorlakshøfn, sum liggur á vestursíðuni í Íslandi (umleið 35 min. frá Reykjavík), Rotterdam í Hollandi og Føroyar.
”Hendan farleiðin hevur við sær, at føroyskir innflytarar fáa eina nýggja miðvikukomu beinleiðis úr Rotterdam. Harumframt fáa føroyskar útflutningsfyritøkur ein nýggjan møguleika at flyta góðs beinleiðis niður til Rotterdam, ið hevur hópin av atkomumøguleikum til marknaðir nær og fjar,” sigur Smyril Line í tíðindaskrivi.
Nýggja farleiðin gevur eisini íslendskum inn- og útflytarum sera góðar transittíðir, samstundis sum íslendingar eisini fáa eina RoRo loysn til og frá Reykjavíkar økinum.
Ætlanin er at nýggja farmaskipið skal sigla soleiðis at tað verður í Thorlakshøfn fríggjadag, í Rotterdam mánadag og í Tórshavn mikudag.
Smyril Line fer at skráseta skipið í føroysku altjóða skipaskránni FAS- og mannað skipið við føroyingum. 24 mans eru við skipinum.




