Norðoya Kunningarstova sigur, at væntandi verður fullteknað til Smyril longu í dag.
Norðoya Kunningarstova sigur, at væntandi verður fullteknað til Smyril longu í dag.
Tað var fríggjadagin at boðini komu út um at Smyril fer at sigla til steypafinaluna í fótbólti 27. august, tá KÍ og Víkingur møtast á Tórsvølli. Tá kundi ein melda seg til hjá Norðoya Kunningarstovu á info@klaksvik.fo
Og sigast má, at tað hevur verið gravgangur eftir ferðaseðlunum. Norðlýsið hevur vent sær til Norðoya Kunningarstovu fyri at frætta, hvat status er.
– Vit hava skrásett 502 fólk til túrin higartil. Og í løtuni mangla vit 130 teldupostar, ið vit ikki eru komin til enn. Øll sum hava sent teldupost fáa svar. Annars kann upplýsast, at hetta eru bíleggingar, sum eru veruligar og vit hava ikki fatan av, at fólk keypa inn undir seg. Tað er typiskt 2-3 ferðaseðlar, sum vera bílagdir í einum telduposti, men onkuntíð er talan um størri familjur. Men kemur nakar størri ordri, so hyggja vit eyka væl uppá tað fyri at tryggja okkum, at tað ikki eru fólk, ið keypa inn undir seg við tí fyri eyga at selja við yvirskoti seinni, verður sagt frá Norðoya Kunningarstovu.
Sagt bleiv eisini, at mest sannlíkt verður útselt til túrin, tá allir teldupostarnir sum eru komnir, eru svaraðir og skrásettir. Tað veldst um, hvussu nógvir ferðaseðlar eru í hvørjari bílegging. Tí er heldur ikki vist, at øll sleppa við, ið hava sent teldupost. Tá tað verður fullteknað vera fólk sett á bíðilista. Seinni í hesum mánaðinum kemur kunningin um, hvussu ferðaseðlarnir skulu avheintast og gjaldast.
Smyril tekur 975 ferðafólk. Og eftir øllum at døma gingu bara tríggir dagar fyri at allir ferðaseðlarnir vóru avlagdir.




