sigur løgtingsmaður í samrøðu við Suðurrás
Suðuroyingar eru sera stoltir av nýggja Smyrli sum vónandi kemur á framsýngartúr til Klaksvíkar komandi vikuskifti.
Í samrøðu við Suðurrás segði suðuroyartingmaðurin Hendrik Old, at nýggi Smyril fóru at útrudda sjóverkin á suðuroyarleiðini.
– Tað er ónatúrliga vakurt at síggja eitt skip sum er formað sum eitt skip. Tað er eingin ivi um at nýggi Smyril er eitt gonguskip og er tað eisini sera sjógott.
– Tí er sjóverkurin nú útruddaður á Suðuroyarleiðini, uttan hjá teimum sum absolutt vilja sleppa at spýggja, segði ein glaður suðuroyartingmaður.




