Tað hevur ikki ligið so væl fyri við fiskiskapinum hjá snellubátunum undir Íslandi, sum eitt nú í fjør. Veðrið hevur verið sera gott, men bara ”nabbafiskarí” sigur Eyðólvur Vang, skipari á Kallane
Tað hevur ikki ligið so væl fyri við fiskiskapinum hjá snellubátunum undir Íslandi, sum eitt nú í fjør. Veðrið hevur verið sera gott, men bara ”nabbafiskarí” sigur Eyðólvur Vang, skipari á Kallanesi.
Vit hava tveir dagar eftir at royna í, um vit treiskast, sigur Eyðólvur Vang í telefonini í morgun. Gongst sum vit ætla, so verður skipið fult tá, men tað hevur gingið nógv meira striltið við fiskarínum í á enn eitt nú í fjør.
Í tríggjar dagar hava vit ligið ímillum 7 og 8 túsund pund, og tað er fiskarí, ið vit helst skulu hava hvønn dag, men hinar dagarnar hava vit fingið nógv minni, og tað hevur gjørt at tað hevur gingið sera striltið at fáa upp í lastina.
Eyðólvur sigur, at Norðsøki og Báran leggja veiðuna upp í Vestmannaoyggjunum, tí prísurin har er heldur betur enn í Føroyum. Vit sigla ikki har vestur, tí tað eru einir 200 fjórðingar, so tað er lítið longri hjá okkum at sigla á Føroyar.
Líðhamar er her eisini, og teir lata líka illa at fiskarínum.
Vit hava góð 40.000 pund inni, er væl stúvað í lastini, so vigar eini 54.000 pund tá avreitt er, er hampuliga væl stúvað, so vigar 48.000 pund. Eg rokni við at vit royna í dag afturat og kanska nakað av morgindegnum. Ættin hevur ikki verið til vildar seinastu dagarnar, men nú sigur hann at hann skal ganga í sunnan, útsynning og vestan, so tá verður lag á manni hjá okkum at venda nøsini heimeftir, sigur skiparin á Kallanesi, sum er á snelluveiðu undir Íslandi í løtuni.




