Fínt skal tað vera, kanst tú siga, tí prýðiligu steinarnir, ið her verða lagdir úteftir Klaksvíksvegi, kallast ikki minni enn ”Harragarðssteinar”.
Tað er KHJ Nýgerð við Karl Hera Joensen, sum leggur fortovið fyri kommununa. Innara partin av fortovinum, eiga tær ognir, sum tey liggja við, meðan kommunan eigur og ber kostnaðin av ytra partinum.
Arbeiðið sum verður gjørt fyri kommununa er um 150 m2 og kostar um kr. 100.000,-. Er veðrið til vildar, verður fortovið liðugt til vikuskiftið, sigur Karl Heri – Tað eru nokk so nógvir steinar, sum skulu skerast til, ið er síðsti partur av arbeiðinum.
Sera snotilig og ”Harralig” gongubreyt, sum eftir ætlan skal leggjast longur út eftir Klaksvíkavegi, men ikki júst nú.















