Í Klingrugarði er aktivitetur, nýggi sera snotuligi handilin hjá EL-IN lat upp ímorgun við talum og sangi.
Aftaná at Hilmar Danielsen hevði bjóða fólki vælkomin og takka handverkarum og øðrum fyri dygdargott arbeiði, segði borgarstjórin nøkur orð og lýsti handilin opnan at vera.
Við hugnaligum sangi undirhildu Rani Annfríð og Trøllapætur og omman vitjaðu eisini. Høvi var at síggja alt húsið og uppi á loftinum varð bjóðað til pinnamat og drekka.




