Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

So bragdaði hjá Føroyum

Jákup Ósá

Sannførandi sigur á Gibraltar í kvøld.

Føroyar vunnu landsdystin móti Gibraltar í kvøld.

Tað er nú nakað síðani, at Føroyar hava vunnið ein dyst og eisini skuldi eitt 3-0 tap móti Gibraltar hevnast. Tað eydnaðist, tí føroyingar vunnu tryggan og uppibornan sigur. Tað er tó eitt sindur trupult at siga, hvussu nógv ein skal leggja í hendan dystin skilt á tann hátt, at tað er trupult at meta um styrkina hjá Gibraltar í kvøld. Men einki skal takast frá føroyska liðnum, sum dugdi væl at skapa sær nógvar góðar støður og uppiborni 4-1 sigurin eigur at geva gott sjálvsálit til hópin. Christian L. Holst(2), Jóan Símun Edmundsson og Hallur Hansson skoraðu málini hjá Føroyum.

Harleywoodpaint