Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

So býðst møguleikin

John William Joensen

Vit kjakast dag og dagliga um kommunal viðurskifti. Ikki minst hava vit øll okkara meining um hvussu býur okkara eigur at vera skipaður.

Mangan er tað tó soleiðis, at ikki fyrr enn vit síggja maskinur og gravkýr fara til verka, rakna vit við og viðhvørt siga okkara meining um, hvussu býráðið heldur átti at gjørt.

Býráðið er í hesum døgum í ferð við at leggja seinastu hond á endurskoðaða byggisamtyktina fyri Klaksvík. Nú ætlanin verður løgd fram hevur hon verið ígjøgnum nógvar hendur og ongin ivi er um, at teir í býráðshúsinum og býarplanleggjarar annars, ið hava lagt sínar hugsanir um hesa framtíðarætlan, hava roynt at gjørt sítt eftir egnu bestu sannføringum.

Tað er at fegnast um, at býráðið eisini leggur hesa stóru ætlan fram fyri okkum borgarar. Kommunan er jú ikki bert tey, sum vit hava valt at stýra, og tey, sum eru sett í starv í býráðnum, nei, hetta eru øll vit, ið búleikast í kommununi, og tí er sera umráðandi at vit eisini spæla við nú, tá íð leisturin verður skorðin, sum arbeiðast skal eftir árini frameftir.

Fleiri kollveltandi broytingar eru í nýggju ætlanini, og forvitnisligt er kanska, lendini, sum eru løgd út til sethúsabygging, men ikki minni áhugavert er at síggja ymisku økini, ið eru løgd av til almenna bygging og til virkir og virkisbygningar.

Broytingar eru eisini um ábygging á ymiskum økjum og hetta fer helst at hava týdning fyri tey, ið eiga ávís matrikul kring um í býnum.

Broytingarnar eru mangar, tó eru tær kanska ikki so ásýniligar fyri tey, ið ikki hava havt møguleikan at fylgt við í býarætlaninararbeiðinum, og tí er umráðandi at fólk seta seg so væl inn í tingini. Til hetta er nú gyltur møguleiki at seta fram spurningar á borgarafundinum, sum Klaksvíkar Kommuna skipar fyri.

Skulu vit her í býnum fáa eina góða býarætlan at arbeiða eftir komandi árini, so er tað eyðsæð at umráðandi er at vit øll brúka høvi nú at siga okkara meining um nýggju ætlanina.

Býráðið hevur lovað, at allar viðmerkingar um broytingar ella nýggj hugskot skulu takast við í endaligu málsviðgerðina. Tað vil siga, at øll hugskot, sum koma inn vera væl og virðiliga gjøgnumgingin og síðani vera tey løgd við í málinum og skulu viðgerðast á jøvnum føti við tað tilfar sum komið er frá teknikarunum og politikarunum.

Áhugavert verður at síggja hvussu stóra undirtøku hendan framløgan hjá býráðnum fer at vera og tað er sum sagt at vóna, at væl verður tikið undir við hesi framløgu, við tað at borgarar møta fjølmentir til borgarafundin.

Harleyfacadeacryl