Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

So byrjar steypkappingin: Bæði Mjølnir liðini á útivølli

Tíðindaskriv

Um vikuskiftið byrjar steypakappingin í flogbólti hjá kvinnum og monnum.
 
Kvinnunar eru býttar í tveir bólkar við hesum liðum, sum er bólkað í mun til úrslitið av steypakappingini undanfarna ár:
 
Í bólki 1 eru 4 lið: TB, SÍ, Dráttur og Ternan, sum dagliga ikki leikar í meistardeildini. Í bólki 2 eru hesi lið: Fleyr, KÍF og Mjølnir.
 
Dystirnir komandi vikuskifti í kvinnudeildini eru hesir:
 
Leygardagin 2. desember kl. 15.15:SÍ – Ternan (Sørvágur)

Leygardagin 2. desember kl. 13.00: KÍF – Mjølnir (Kollafjørður)

Sunnudagur 3. desember kl. 14.30 TB – Dráttur (Trongisvágur)

 

Meistaradeild menn:

Í bólki 1 hjá monnunum eru Fleyr, Mjølnir, TB, og SÍ b.
 
TB og SÍ b leika vanliga ikki í meistaradeildini.

Í bólki 2 eru SÍ, ÍF og Fleyr b, sum vanliga ikki leikar í meistaradeildini.
 
Dystirnir hetta vikuskifti eru hesir:

Leygardagin 2. desember kl. 13.00 TB – SÍ b (Trongisvágur)

Leygardagin 2. desember kl. 17.15 SÍ – ÍF (Sørvágur)

Sunnudagur 3. desember Kl. 15,00 Fleyr a – Mjølnir (Gundadalshøllin)