Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

So doyði ein augustur afturat

Oliver Joensen

 Tað var eitt sindur sárt at síggja augustin, ið sleyt seg leysan seint í gjár, nú liggja deyðan Norðskálamegin. Hann hevði ligið og stríðst fyri lívinum við Nesvík leingi. Fólk, ið vóru á staðnum søgdu mær, at tey sóu augustin, ímeðan hann enn lá Nesvíkarmegin, detta á liðina og tað “prutlaði” frá honum, tí hildu tey hann vera deyðan, og flestu rýmdu frá honum.

Men augustur kann halda ondini í umleið 1 1/2 tíma. Og hetta fekst sjón fyri søgn, tí langt um leingið reistist hann aftur og seinni er hann sloppin leysur. Men ólukkudýrið hevur helst verið so øðrkymlað og illa fyri, at hann hevur rent seg upp á land hinumegin sundið. Tá vit vóru á staðnum sýntist ongin ivi vera um, at hann er deyður. Hann liggur á liðuni og kjafturin er opin, sum sæst á myndunum. Hin deyði augusturin sær út til at vera byrjaður at fara í upploysing. Hann sær onki tespuligur har hann liggur við avsagaðum undirkjafti.

Bjarni Mikkelsen frá Náttúrugripasavninum sigur ímorgun, at teir fara at royna at sleiða hendan seinna Augustin til Áir, har hann skal flensast og beinagrindin varðveitast.

Augustarnir vóru sum kunnugt fýra, tann stórsti rýmdi rættuliga skjótt, og í gjár svam tann eini framvegis suðuri ímóti Hósvík. Um hann framvegis er í Sundalagnum fingu vit ikki staðfest í morgun.

Augustar eru annars kendir fyri at hava Ambra í maganum, eitt evni, ið bleiv brúkt til “luktilsi” í gomlum døgum.