Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

So eina náttina bankar uppá um 1 tíðina..

Oliver Joensen

Tey bæði, Poulina og Erik Eliasen standa fyri einasta húskinum, ið býr á Syðradali á Kalsoynni fast alt árið. Hvussu tað hevur verið at staði fyri tí húskinum, segði Poulina millum annað eitt sindur um, í røðu síni 200 ára dagin. Røða hennara er her:

Tala Syðradalur 2016.

Áðrenn jól seinasta ár blivu vit aftur mint á, at vit ikki eru Harrar yvir øllum, sum hendir, tá vit sóu og hoyrdi um skalvalop á Svalbard, hetta var sera óhugnaligt.

Skalvalopið á Blankskála er jú orsøkin til, at vit í ár halda 200 ára føðingardag hjá okkara bygd Syðradali.

Av teimum 200 árunum hjá bygdini, havi eg búð her nú í 31 ár. Og eg havi havt tað sera gott. Men fyri at trívast ,má man eisini blíva ein partur av bygdini, og hava áhuga og taka lut í tí, sum hendir. T.d. sjóðarfall, tað visti eg ikki í Kollafirði, at tað hevði so stóran týdning .Seyðaprát, seiður, eru ternurnar komnar í ár.. Ja hvør bygd hevur sítt.

Tað er ein heilt fantastisk broyting í Kalsoynni, ið er hend tey seinastu árini, serliga við samferðsluni, hvar alt er vorði so lætt og skjótt at ferðast.

At byrja við tá eg var her, var ferðaætlanin, Klaksvík, Syðradal,Húsar, Kunoy, Klaksvík, so tá var tað ein langur túrur inn til Klaksvíkar.

Ja, sæð við útlendskum eygum.Vit hava ofta danskarar á vitjan, ein spurgdi hvat húsaprísurin var, við hesari fantastisku útsiktini út á sjógv.

Ein annar helt at vit búðu so sentralt, 20 minnuttir frá næststørsta býi í landinum.

Her eru nokk ikki allir føroyingar samdir, men hvat er tað, tú fært við at búgva her, eina fantastiska náttúrðu við alskins litum allar ártíðir, tað er nakað ,sum eg fái nógvan íblástur til mítt arbeiði, og so fært tú ein góðan frið, serliga um tú hevur ymisk áhugamál. Og dreymarnir kunnu gerast veruleiki.

So okkurt stuttligt, tá man er tað einasta fasta húsið í bygdini, verður man viðhvørt brúkt, sum ein lánistøð.

Tað kann verða, bilur ,matur, amboð, heftiplástur ja, alt møguligt.

So eina náttina bankar uppá um 1 tíðina, og nú er tað ein ungur drongur, sum biður læna Góða ráð, hann hevði fingið hug at baka pannukakir her og nú.

Erik ,sum hevði sovið, og sum ikki bakar serliga nógv, hugsaði ikki í hesi løtu ,um bókina góðaráð.

Tað hava vit mangan flent eftir.

Men, eg vil siga tað at dagliga, hugsar man ikki um at vit eru fá, sum búgva her, men, tá ódnirnar leika, tá er ikki stuttligt, at verða so fá fólk, men tað, er tíbetur ongantíð hent nakað alvorligt her.

Ein góð broyting er jú , at onki leyst liggur nakrastaðni longur, vit vilja jú hava eina vakra og vælrøkta bygd.

Tær seinastu vikurnar her á Syðradali hava verði sera hugaligar, í seriini Huset på Kristianshavn, gekk Maier runt við kustinum. Men her hevur næstan verði ein Maier í hvørjum húsi, ja, og meira afturat mála, lúka og hampa um alt. Vit mugu jú hava nakað at sýna fram, nú tað koma so nógv ferðafólk til Kalsoynna.

Ofta verður spurgt, hvør ert tú, so byrja vit við at siga hvar vit búgva , hvørji foreldur okkara eru, hvør omma og abbi okkara eru, og hvørji bygd, vit eru uppvaksin í, og ofta eru støðini man ferðaðist í, tá man var barn nakað heilt serligt, tað haldi eg eisini vit síggja her í dag,

Sjálv hevði eg eitt gott upplivilsi, tá ein kona ringdi og bað meg brodera ein vest, eg segði ja, beinanvegin, tá eg fann út at hetta var konan, sum átti ommu og abbasa hús ,eg havi ongantíð kent ommu og abba í Kaldbak, tí tey eru deyð áðrenn eg var fødd, men eg eri uppkallað eftir teimum.

Eg ringi so og fortelji fyri mínum trimum systrum , at nú tá eg eri liðug at brodera vestin, sleppi eg inn í ommu og abbasa hús aftur.

Allar tríggjar søgdu tað sama, eg vil sleppa við, Vit fóru allar fýra, og vit skinu sum sólin tá vit komu út aftur, og hildu okkum hava fingið ársins upplivilsi, men eg hugsaði um hesi lítlu húsini, mamma og tey vóru 9 systkin, og tann stóri steinurin, sum var so stórur tá man var lítil, var als ikki so stórur longur.

Stóra tiltakið, sum er her í dag, og í morgin og sjálvandi Blankskála túrurin, og ruddingardagurin prógvar, at arbeiða vit saman, eru vit sterk.

Eg vil samanbera fyrireikinginar til sovorði hátíðarhald, við at brodera eitt stórt blomstur, litirnir eru øll fólkini í einum tílíkum tiltaki , og kanska skal ein gulur ,reyður ella bláur stingur afturat fyri at fáa blómuna uppaftur vakrari.

Tøkk skal ljóða til øll Syðradals fólkini, sum eru so røsk, at koma og hjálpa til, tá heitt verður á tykkum.

Eg fari at takka øllum, sum eru komin her í dag, fyri hesa hugnaligu løtu, Takk til Magna, Dánial Petur, Bjørn,og 17 sangarir. Hugni tykkum nú víðari, skráin hongur runt ymsastaðni, og kunni tykkum um, hvat víðari hendir, vegna fyrireikingarbólkin Syðradalur 200 ár takki eg fyri.