So er seinasta Norðlýsið áðrenn summarfrítíðina komi í sølubúðirnar kring Landið.
Norðlýsið ferð í summarfrí í dag 3. juli og koma vit aftur við einum blaðið í hvørt hús í Føroyum til Sjómannadagin. Sjómannadagsblaðið kemur út 17. august, evstamark fyri lýsingar og annað tilfar er týsdagin 11. august. Vit verða tó til arbeiðis aftur 3. august.
Við ynski um eina góða summarfrítíð
Norðlýsið
Í blaðnum í dag 3. juli kanst tú m.a. lesa um:
Síðsta útkall hjá Klaksvíkingi
Klaksvíkingur má helst vinna allar tríggjar stevnurnar, ið eru eftir, um báturin skal vinna FM í 2015…
Team Klaksvík sett høvuðsungdómsvenjara
Team Klaksvík hevur í vikuni gjørt sáttmála við høvuðsungdómsvenjaran Hera Johnsson…
Seyðurin var ikki nýttur til matna, men fyri ta bleytu ullina
15. & 16. partur av St Kilda ið Alex Sólstein hevur týtt úr enskum:
Nú so nógv verður tosað um at fólkið
flytur úr Føroyum og úr smærri samfeløgum og oyggjasamfeløgum, fara vit at prenta brot úr størri frásøgn um oyggjabólkin St Kilda, sum liggur vestur úr Skotlandi, og har eingin hevur verið fastbúgvandi síðani fólkini vórðu “tvangsflutt” summarið 1930.
Munur á studentalívi í Aarhus og prestaembæti á Viðareiði
Jóannes Purkhús hevur nú verið prestur á Viðareiði í tveir mánaðir. Í hesum sambandi hava vit gjørt samrøðu við fryntliga prestin úr Klaksvík, sum ikki bara heldur við KÍ, men eisini er ein blóðreyður Liverpool-fjeppari…
Ongantíð áður selt
atgongumerkini so skjótt
Ongantíð áður hevur Summar Festivalurin selt atgongumerkini so skjótt sum í ár.
– Høvuðsorsøkin mann vera Roxette, sigur Erik Biskopstø, ein av fyrireikarunum…
Trætaður til lygn – og dømdur
Øll prógv, sum eg helt vóru góð nokk, vóru kveistrað av borðinum í rættinum. Sjálvt tá politisturin segði at hann hevði sæð eina svarta telefon, og tað, sum sást av telefonini hjá mær meira var grátt, fekk heldur ikki tað dómaran at vakna. At eg vanliga brúki vinstru hond tá eg nýtið fartelefonina rein als ikki við…
Kristin eiga at taka væl ímóti tilflytarum úr londum við aðrari mentan og trúgv
Fólk eru troytt av at lurta eftir ósannindum. Øll lúgva og í mest framkomna partinum av heiminum síggja vit hvussu fólk dagliga lúgva hvør fyri øðrum. Politikarar lúgva, fjølmiðlar lúgva og tí eri mín uppgáva sum prædikumaður at bera fólki sannleikan, sum Bíblian talar um, sigur Franklin Graham, sum er útbúgvin flogskipari, og í dag er leiðari fyri kenda missiónsfelagsskapin hjá Billy Graham. Hann heldur at kristin eiga at taka væl ímóti fólkum sum koma úr londum við aðrari trúgv og mentan…
Henry hevur sannført Jógvan Martin Olsen
Jógvan Martin Olsen heldur, at KÍ hevur spælt væl seinastu tíðina, men manglar siðvenju og vinnaramentalitet til at avgera dystir. Hann er ikki í iva um, hvør vinnur FM í ár…
TB og FC Suðuroy leikarar hótta Hans Paula
Kanska heldur óvæntað eru tað leikarar úr TB og FC Suðuroy, ið nú geva Hans Paula Samuelsen harðastu kappingina í toppinum í kappingini um at leggja upp til flest mál. ..
Nær er nokk, nokk?
Í vikuskiftinum verður Varmakelda í Fuglafirði, Við Múrin í Kirkjubø og Dans På Brygge í Sørvági í sambandi við Regatta. 3 stór tiltøk til lítlu Føroyar…
Viðingar gera eina lund
Lund við Spónhyl: Viðingar eru farnir í gongd við at gera eina lund mitt á eiðinum, ella eitt sindur heimalaga í bygdini. Enn er einki hent har, lundin skal vera, men nógv formligt er komið upp á pláss. Ítøkiliga arbeiðið byrjar skjótt og væntandi verður lundin liðug longu í november…
Kópakonudagur
– Kalsoyardagur leygardagin 1. August
Nógvar fyrireikingar vera gjørdar í Kalsoynni fyri tíðina, tí stíðlað verður ímóti stórum degi 1. august, tá allar bygdirnar standa saman um Kópakonudagin, har millum annað Eivør Pálsdóttir trýnir á pall…
Blaðið kostar einans 30 kr.
og er at fáa í sølubúðum kring Landið
Eisini ber til at keypa blaðið sum PDF fílu, send ein mail til hannefia@nordlysid.fo




