Tað var ein sera takksom og væl uppløgd Jóhanna á Tjaldrafløtti, sum í dag kundi loysa fyrsta flagið til byrjanina av byggingini av nýggjum Húsarhaldsskúla í Klaksvík.
Tað er eitt ikki sørt spennandi projekt, ið Fuglark arkitektar hava staðið fyri at menna.
Vegurin til at seta hakan í til hetta projektið hevur verið langur og ikki uttan svørðslag, men alla hesa bíðitíðina hevur leiðarin á Húsarhaldsskúlanum hesi mongu seinastu árini, staðið sum drangur í brimi, men í dag bleiv staðfest at ein skúli verður bygdur í Klaksvík til ungdómar, sum hava bíðað og bíðað eftir møguleikanum at sleppa á Húsarhaldsskúla í Klaksvík.
Bíðilistin hevur verið langur, men nú sæst fyri eini loysn um ikki so langa tíð, og tað frøddust eisini næmingarnir um saman við okkum øðrum, sum vóru møtt til hátíðarhaldið í dag.



































