Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

So er grundin stoypt til Skúvadalshúsið

Oliver Joensen

 Mánadagin var aftur eitt gott toymi av eldsálum í Skúvadali. Ørindini vóru at nú skuldu formarnir, ið endaliga vóru stillaðir upp leygardagin, fyllast við betong.

Tað var tyrlan hjá Atlantsflog, ið flutti betongið av Norðoyri og eystur í Skúvadal. Tilsamans vóru um 5 rúmmetrar av betongi flutt eystur. Hetta megnaði tyrlan at gera eftir bert góðum tíma. Eitt frálíkt avrik. Manningin í dalinum var eisini væl skipað og fyrireikað, soleiðis at tað mundi berg ganga góður tveir tímar til arbeiðið fór í gongd og til alt var liðugt.

Norðlýsið sendið myndir beinleiðis her á síðuni og eisini tóku vit hesar myndirnar: