Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

So er kritað upp til stóru løtuna

Oliver Joensen

Ímortgin, kl. 15 verður so fyrsta skotið latið av norðoyamegin í samband við Norðoyatunnilin. Tað verður Steinbjørn O. Jacobsen, ið skal trýsta á knøttin.

Vit vóru ein túr uppi við Borðoyarvík at forvitnast um hvussu gekst við fyrireikingunum til stóru løtuna, tá skjøtil skal setast á Háfjall í samband við Norðoyatunnilin.
Har sá alt út til at vera klárt. Sjálvur tunnilin var kritaður upp á benið og ein gravkúgv fekst við at gera økið so snøgt sum møguligt at taka ímóti teim nógvu norðoyingunum, sum væntast at vilja vera við tá fyrsta skotið verður latið av.
Sum sagt verður ta Steinbjørn Jacobsen, sum skal trýsta á knøttin, men Norðoyatunnilin ætlar eisini at tveir eldri norðoyingar eisini skulu standa hjá borgarstjóranum og umboða tíðina áðrenn tunnilin. Hvørjir hesir verða, hava vit ikki fingið at vita enn, men so skjótt tað er greitt leggja vit nøvnini út á netið.
Dávur Reinert Hansen, stjóri á Norðoyatunnlinum sigur, at øll savnast við tunnilsmunnan kl. 15.00 og síðani veður skotið latið av.
Aftaná bjóðar Norðoyatunnilin til kaffi við onkrum afturvið í høllini hjá Timburhandlinum við Flesjavegin, sum er leigað til tunnilsarbeiðið.

Harleyfacadeacryl