So er Maria Jørðdal Niclasen innsett í Norðara Eystara Prestagjald. Tað varð hon til eina vakra gudstænastu á Viðareiði í dag. Myndir.
So er Maria Jørðdal Niclasen innsett í Norðara Eystara Prestagjald. Tað varð hon til eina vakra gudstænastu á Viðareiði í dag. Myndir.
Í øðrum orðum er Maria sett í starv í dag. Uni Næs innsetti hana við brævið/loyvið frá mentamálaráðharranum, Birni Kalsø. Kalsbræv fekk hon eisini frá biskupi.
Maria prestur takkaði fyri álitið og hevði eina góða prædiku, har hon tók kenda líknilsi um Sáðmannin upp á orðið.
Kirkjan var stúgvandi full av fólki. Ein leyslig meting má vera væl omanfyri 200 fólk.
Kirkjukórið úr Christianskirkjuni var til gudstænastuna. Eisini spældu Sólgerð Færø, Óluva og Katarina V. Simonsen pre- og postludium. Tað prýddi um løtuna.




