Klaksvíkar Sjónleikarafelag fer nú, saman við Kvøldskúlanum, at undirvísa í drama.
Í fyrstu atløgu verður miðað ímóti einari jólaframførslu í desmebur og til várs verður aftur leikur á skránni.
Óli Samuelsen verður lærari og um nóg nógvur áhugi er, verður skeiðið skipað í tveir bólkar: 8 -12 ár og 13 – 15 ár.
Skeiðið byrjar komandi vikuskifti. Nærri fæst at vita á 285137




