Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

So er skotið ígjøgnum til Árnafjarðar

Tekst og myndir: Oliver Joensen

Í dag var lítil samkoma í Ánunum, tá seinasta skoti í samband við tunnilin ímillum Klaksvík og Árnafjørð varð skotið ígjøgnum. Landsverkfrøðingurin Sigurd Lamhauge helt røðu á keiøkinum í Ánunum, har ein mannfjøld var savnað í samband við hátíðarhaldið. Eftir hann, segði borgarstjórin, Karl Haldursson Johansen nøkur orð og síðani bleiv bíða í spenningi til Knút Guðjónsson trýsti á knøttin og lat seinasta skotið í hesum tunlinum av.

Eftir tað bar til at fara niðan til tunnilsmunnan at fáa sjón fyri søgn. Tað tók tó eini gravmaskinu nakað av tíð at rudda fyri, eisini tí at loftið eftir seinasta skotið skuldi tryggjast áðrenn seleppast kundi í gjøgnum.

Aftaná varð bjóðað til eina hugnaløtu í Húsmøðrahúsinum í Bøgøtu.

Harleywoodpaint