Mangt hugaligt er, sum kann fanga eygað á einum gongutúri ein dag sum í dag.
At eg gangi út á Oyrar, kemst sjálvandi av at við Víkina eri eg uppvaksin og afturat tí, so er kaffi ikki at forsmáa á uttasta húsinum á Oyri.
Tú kennir fløvan av várinum og summarinum í dag, sjálvt um tað ikki er nógvur hiti í luftini. Páskaliljurnar á Hædd eru komnar út, og tá fer várinum at líða, tí á Hædd er minni enn so fjálgast í Klaksvík.
Í hávunum allastaðni, byrja leyvtrøðini eisini at kvaklast við, ikki minst úti í Grøv, har nálatrøðini einsamøll hava staði einsamøll grøn allan veturin.
Tú leggur eisini til merkis, at í fuglameinginum eru steggjarnir so ógvuliga vakrir fyri tíðina. Hetta er tíðin, tá støðið verður lagt undir nýggjum ættarliðum. Villdunnu steggjarnir, æðublikarnir, og allir aðrir blikar hava latið seg í fagrasta búnan. Fyrstu lombini eru eisini komin.
-Og tyrlan flýgur fullfermd av ferðafólki kring oyggjarnar.
Jú, hugaligt er at brúka eygað sjálvt á stuttum gongutúri sum út á Oyrar av Klaksvík hesa ársins tið, nógv er at síggja.



































