Gamla Skúadalshúsið varð tikið niður leygardagin. Einir 10 mans hava verið eysturi í Skúvadali á Boðoynni fyri at taka Skúvadalshúsið frá 1941 niður, tí nú trongdi húsið til ein avloysara.
Húsið bleiv bygt undir krígnum, sum summarhús, men tíðliga í tíðini fekk Skótalið Nólsoyar Pálls húsið at brúka. Kanska tí at Jógvan hjá Ewaldi, sáli var skóti sum ungur og tí áhugin hjá teim eldru var fallin fyri húsinum, nú kríggið var av, og til bar at ferðast út í heim á marglatisferðir. Ewald var nevniliga ein av undangongumonnunum at byggja Skúvadalshúsið.
Nú nýtt hús skal setast upp, er tað framvegis SNP, ið stendur fyri tiltakinum, væl stuðlað av Klaksvíkar Kommunu. Tað var Kristian Eli Zachariassen, býráðslimur, ið av fyrstan tíð reisti máli í býráðshøpi. Síðani hevur SNP fingið aðrar góðar stuðlar, millum aðrar, Klaksvíkar Tekniska Skúla, har næmingar saman við Sjúrða Sólstein hava staðið fyri bygging og sniðgeving av nýggja húsinum.
Sum skilst so er smíðingin av nýggja húsinum komið væl ávegis. Húsið er gjørt í elementum og ætlanin er at flúgva tey eystur í Skúvadal, har tey so verða sett saman.
Men sjálvandi, fyrsta takið har eysturi var at rudda fyri, og tað er tað menn hava gjørt nú í tvey vikuskifti. Gamla húsið er tikið niður. Enn restar at grava út fyri formunum og at stoypa fundamentið á sama stað, har gamla húsið stóð. Nýggja húsið verður á leið líka stórt sum tað gamla, nevniliga umleið 50 fermetrar.
Niðanfyri myndir frá leygardegnum:




