Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

So fáir gjaldandi áskoðarar sóu Undrið-KÍ

Jákup Ósá

At tað kunnu vera fáir áskoðarar til dystir hjá KÍ var 1/8 finalan í kappingini um løgmanssteypið prógv um.

At dysturin var leiktur ein mikudag kl. 18.00 hevði nokk sítt at siga eins og at mótstøðuliðið Undrið var úr 2.deild. Tí lá ikki í kortunum, at hetta skuldi blíva spennandi dystur. Tað bleiv tað heldur ikki, tí KÍ vann 13-1.

Einans 41 gjaldandi áskoðarar vóru til dystin. Tað gevur eina inntøku á 3280 kr. Harav skulu so útreiðslur av fyri dystin og tær eru í hesum føri sambært sambært FSF.fo áleið 4600 krónur. So talan var um undirskot. Annars er skipanin soleiðis, at bæði liðini býta eitt møguligt yvirskot, tá talan er um steypakappingina.

Norðlýsið hevur fingið upplýst frá KÍ, at nógv bleiv lagt fyri at fáa dystin fluttan til Klaksvíkar, men at hetta ikki eydnaðist. Undrið átti rætt til heimadyst sambært lutakastinum. Var dysturin í Klaksvík, so var fíggjarliga úrslitið helst eitt annað, men spurningurin er so, hvørja ávirkan tað hevði havt á tað ítróttarliga.